Hervør og Høgni - Lesibók til fyrsta - page 153

Skal eg velja súkklu ella skjótan hest?
Eitt teppi, sum kann flúgva, hvat tørvar mær nú mest?
At duga væl at rokna, at síggja babba meir,
at ongin aftur argar, mín hundur ikki doyr.
Nei, ei er lætt at vita, hvat skal eg ynskja mær.
Um friður er í heiminum, og trygt hjá mær og tær.
Um ynski eitt er eftir, lat onkran fáa tað,
sum er í neyð og vónar at fáa hjálp í dag.
Steintór Rasmussen
Hervør og Høgni
153
1...,143,144,145,146,147,148,149,150,151,152 154,155,156,157,158,159,160,161,162,163,...188
Powered by FlippingBook