Ynskifløskan
Eg havi savnað fløskur, eitt ótal er av teim.
Tær rekast um alt landið, og einaferð var ein.
Hon sjáldsom var á liti, av glasi og av skap’,
og á tí runda hálsinum ein løgin proppur sat.
Eg tók ta góðu fløsku upp í mína hond,
og tá eg rykti proppin av, til sjóndar kom ein ond.
Á takk, tú góða barnið, tú hevur bjargað mær.
Ynski trý tú eigur, eg alt kann geva tær!
Hervør og Høgni
152