Hervør og Høgni - Lesibók til fyrsta - page 158

Grækaris grashøvd
:/: Grækaris, Grækaris, Grækaris grashøvd,
hann hevur ein hava á høvdinum. :/:
Eg minnist tað, sum tað var í gjár,
Grækaris fylti 30 ár.
Hann feldi 179 tár,
tí á høvdinum var ikki eitt tað einasta hár.
:/: Grækaris, Grækaris, Grækaris grashøvd
hann hevur ein hava á høvdinum :/:
:/: Hvussu kann man hava ein hava á høvdinum?
hava á høvdinum – hava á høvdinum :/:
Grækaris vildi ikki hava einki hár,
so hann setti seg at hugsa í fleiri fleiri ár.
Hann hugsaði so leingi, at heilin bleiv til mold,
hann hugsaði sín heila til mold.
Upp úr heilanum úr mold vaks grasið grønt,
á høvdinum á Grækaris er grasið grønt.
Har eru trø og blómur og eisini dýr,
á høvdinum á Grækaris har standa fleiri kýr.
:/: Hvussu kann ein kúgv standa á høvdinum?
standa á høvdinum – standa á høvdinum :/:
Brúka høvdið – hugsa teg um,
kúgvin stendur á beinunum,
dýrini standa á beinunum
í havanum á høvdinum á Grækaris grashøvd.
:/: Grækaris, Grækaris, Grækaris grashøvd
hann hevur ein hava á høvdinum :/:
Hervør og Høgni
158
1...,148,149,150,151,152,153,154,155,156,157 159,160,161,162,163,164,165,166,167,168,...188
Powered by FlippingBook