Málspøl - Verkligur partur - page 4

Málspøl – leikur og læra
– Verkligur partur
Høvundar:
Jørgen Frost og Annette Lønnegaard
Umseting og tillaging:
Annika Høj
Tekningar:
Hannis Egholm
Myndir:
Fotostudio. Børn úr Frískúlanum í Kelduni,
 við loyvi frá avvarðandi
Layout, umbróting og prentgerð:
Hannis Egholm
Prent:
Føroyaprent
©
NÁM 2014
ISBN:
978-99918-2-174-0
Inngangur
Orsøkin, at eg fór at umseta og tillaga hetta tilfar var, at tað byggir
á at menna málið við spæli. Arbeiðsmappan til málspølini kveikti
áhug­an, tí hon var úrslit av praktiskum royndum bygdar á holla
gransking, og tí at hon á einfaldan og skipaðan hátt læt børnini
spæla við málið.
Málspølini eru gott amboð at stimbra málsliga medvitið hjá
børn­um og eggja teimum námslærdu at arbeiða tilvitað við fyri-
treytunum, har børnini í spæli læra nýggjar málsligar førleikar.
Endamálið við málspølunum er at læra børnini meiri um talaða
málið, t.e. at læra tey, at málið hevur bæði innihald og form. Mál-
spølini eru skipað í 6 partar: lurtispøl, rím og ramsur, setningar og
orð, stavilsi, forljóð og ljóðeindir.
Spølini eru felagsspøl, har dentur er lagdur á at læra í spæli.
Veg­leiðandi tíðarætlanin er skipað soleiðis, at meðan vit spæla,
fara vit longri og longri niður í staklutirnar í talumálinum og
kveikja málsliga áhugan. Endamálið við málspølunum er eisini at
arbeiða við undanførleikum, sum gagna barninum, tá ið tað skal
ogna sær fyrstu lesiførleikarnar.
Vónandi kann føroyska útgávan av málspølunum verða gott
amboð í arbeiðinum at stimbra málsliga medvitið hjá børnunum
og gera tey forvitin og áhugað, soleiðis at tey mennast og gerast
ágrýtin at læra.
Eftir ætlan verður eisini annað hóskandi tilfar – t.e. ymisk spøl,
eftirmetingar, tíðarætlanir o.a., sum ikki er í hesi útgávuni – at
finna á snar.fo.
á vári 2014
Annika Høj
1,2,3 5,6,7,8,9,10,11,12,13,14,...176
Powered by FlippingBook