Málspøl - Verkligur partur - page 8

Kunning um Málspøl
Mál er so mangt:
Grátur, keipur, andlitsbrøgd, ljóð, pjátran, tala o.s.fr.
Tað er týdningarmikið at kenna og duga nógv “mál”.
Endamálið við málspølunum er at læra børnini meiri um talaða
málið.
 Endamál:
 Gera børnini tilvitað um, at talaða málið hevur:
Innihald. Vit tosa saman
Form. Talaða málið kann verða býtt upp í smáar eindir,
sum til ber at spæla við
Arbeiðsháttur:
Spæl – spæl – spæl!
Spæla við talaða málið.
Meðan vit spæla, kava vit longur og longur niður í smálutirnar
í talumálinum.
Á síðu 55 í ástøðisbókini eru málspølini lýst, so til ber at fáa yvirlit
yvir innihaldið í teimum.
Lýsingin av hvørjum einstøkum spæli
er bygd upp soleiðis:
Nummar/Heiti/Vegleiðing/GG (kanska góð ráð og neyvari veg­
leiðing)/ Torleika­stig/Lutir/Dømi um spæligongd (kanska fleiri
spæligongdir)
8
Kunning um málspøl
1,2,3,4,5,6,7 9,10,11,12,13,14,15,16,17,18,...176
Powered by FlippingBook