9
0.1 Inngangur
Vanliga duga børn væl at málbera seg, tá ið tey fara í skúlabólk/
forskúla. Uttan stórvegis trupulleikar kunnu tey samskifta við
onnur børn og við vaksin, men hava lítið arbeitt við talumálsform-
inum. Málsligt ansni er so statt óvant og úrtøkiligt (
abstrakt
) fyri
flestu børn á hesum menningarstigi.
Málspølini hava til endamáls at stimbra/kveikja málsliga medvitið
hjá børnunum, t.e. læra tey meiri um tað mál, tey tosa, og gera
tey tilvitað um, at málið hevur bæði innihald (meining) og form
(smálutir/staklutir).
Málspølini eru eitt gott amboð at kunna børnini við smá-/stak-
lutirnar í talumálinum: setningar, orð, stavilsi og ljóðeindir.
Arbeiðshátturin er: spæl – spæl – spæl við talaða málið. Meðan
vit spæla, arbeiða vit okkum longri og longri niður í smálutirnar í
talumálinum.
Málspølini eru býtt upp í 6 partar. Hvør partur arbeiðir við einum
(nýggjum) smáluti í talaða málinum. Torleikastigið hækkar, so
spølini í fyrsta parti eru lættari enn spølini í sætta parti.
Royndir í arbeiðnum við málspølum vísa, at børnini fáa mest gagn
av spølunum, verða nakrar reglur hildnar:
•
Spælið hvønn dag í umleið 20 minuttir
Helst somu tíð á degnum
•
Spælihýrurin skal vera góður
•
Spælið spølini eftir torleikastigi,
sum víst í tíðarætlanini (0.2)
•
Hugsið ikki um stavseting, men leggið tykkum eftir
at arbeiða við ljóðum
Øll orð og ljóð skulu sigast sum í vanligari talu
•
Takið bókstavirnar við, har tað er natúrligt;
ikki fyri at læra bókstavir, men fyri at vísa børnunum
á sambandið millum ljóð og bókstavir