1.2 Git ljóðið
Børnini sita pinnastill í ringi og lurta.
Børnini ”sova”, tey eiga ikki at síggja, hvat námslærdi ger.
(Námslærdi kann t.d. standa aftan fyri eitt forhang).
Námslærdi ger okkurt ljóð, og børnini gita hvat ljóð, námslærdi
gjørdi.
Lat eisini børnini royna at greiða frá, hvussu ljóðið verður gjørt.
GG
Ger námslærdi fleiri ymisk ljóð, er gott at vísa á skiftið við t.d. at
leggja ein spælikubba fyri hvørt ljóð.
Tosa um munin á at lurta blundandi ella við opnum eygum.
Torleikastig 1-4
Dømi, torleikastig 1
Børnini
lurta, halda fyri eyguni
Námslærdi
ger eitt ljóð, t.d. blaðar í eini bók
Børnini
gita ein og ein, hvat námslærdi gjørdi
Royna aftur einar 5-6 ferðir
Torleikastig 2
Námslærdi
ger 2 samanhangandi ljóð
Børnini
gita eitt og eitt. ”Fyrst hoyrdi eg ... so ...
Royna aftur einar 5-6 ferðir
Torleikastig 3
Námslærdi
ger nógv ymisk samanhangandi ljóð
Børnini
gita eitt og eitt
– Fyrst hoyrdi eg ... síðan ... so ...
(Framhald)
16
1 Lurtispøl
1.2
Git ljóðið