1.9 Teskispæl
Øll sita í ringi.
Námslærdi teskar okkurt í oyrað á barninum, sum situr vinstrumegin
hann.
Barnið teskar so tað, sum tað hoyrdi, í oyrað á tí, sum situr vinstru
megin tað o.s.fr., til øll í ringinum hava hoyrt setningin.
Síðsta barnið í ringinum sigur setningin hart.
GG
Teska fyrst okkurt stutt og kent.
Síðan ber til at gera longri og torførari setningar.
Dømi
Námslærdi
teskar ein setning í oyrað á barninum,
sum situr vinstrumegin hann
Barnið
teskar í oyrað á barninum,
sum situr vinstrumegin tað
Seinasta barnið
sigur setningin hart fyri hinum
Spælið spælið 2-4 ferðir
Hugskot til teskisetningar:
•
Í dag er týsdagur
•
Eg súkklaði í skúla í dag
•
Eg fekk ein nýggjan jakka í gjár
•
Ballóntyggigummi
•
Niðri í kjallaranum hjá harra Joensen, fært tú frikadellur
•
Ein reyð súkkla, ein bláur maður og ein grønur froskur
24
1 Lurtispøl
1.9
Teskispæl