Málspøl - Verkligur partur - page 20

1.5 Tak eitt ljóð við
Børnini skulu hava ein lut, sum gevur ljóð frá sær, við í skúla.
Tað, tey finna, skal verða eitt loyndarmál, t.e. at tey skulu ikki siga
hinum, hvat tey hava tikið við.
Børnini sita í hálvringi. Hvørt barn sleppur so at lata hini hoyra
”Tað loyniliga ljóðið”
, og skulu tey so royna at gita, hvør lutur gevur
slíkt ljóð.
Aftaná kunnu børnini í felag royna, um nakar lutur kann geva fleiri
ymisk ljóð.
GG
Børnini skulu í hesum spælinum
Minnast til at taka ein lut við
Fáa hjálp heimanífrá
Royna at halda lutin loyniligan
Royna at vísa sín lut fram, vera miðdepil
Dømi
Eitt barn
ger eitt ljóð við sínum luti
Hini skulu ikki síggja
Børnini
royna at gita
Námslærdi
kannar saman við børnunum, um til ber
at gera ymisk ljóð við lutinum
 Spælið spælið, til øll hava víst sítt loyniljóð
20
1 Lurtispøl
1.5
Tak eitt ljóð við
1...,10,11,12,13,14,15,16,17,18,19 21,22,23,24,25,26,27,28,29,30,...176
Powered by FlippingBook