Málspøl - Verkligur partur - page 21

1.6 Hvar er klokkan?
Lat børnini læra ramsurnar, áðrenn spælið byrjar.
Eitt barn skal vera ursmiður. Børnini sita, har tey vilja á gólvinum.
Ursmiðurin bíðar uttanfyri, meðan eitt barn ella námslærdi krógvar
eina klokku, sum gongur hart. Ursmiðurin kemur inn, meðan børnini
siga fyrru ramsuna, og roynir at finna klokkuna við at lurta.
Tá ið klokkan er funnin, siga øll í felag seinnu ramsuna.
 Lutir
 Ein klokka ella ein vekjari, sum gongur hart
Dømi
Námslærdi
biður eitt barn krógva klokkuna
Børnini
rópa á ursmiðin við fyrru ramsuni:
Ursmiður, ursmiður
Kom nú inn
Kom og finn
klokkuna, vit hava krógvað
Ursmiðurin
kemur inn og roynir at lurta eftir ljóðinum
frá klokkuni. Hini sita pinnastill
Børnini
tá klokkan er funnin, siga øll seinnu
ramsuna:
Stóra klokkan
sigur
(við djúpari rødd):
Tikk … takk … tikk … takk
Minna klokkan
sigur
(við vanligari rødd):
Tikk … takk … tikk … takk … tikk … takk
Lítla klokkan
sigur
(við spakari rødd):
Tikk … takk … tikk … takk …
tikk ...takk ... tikk
 Námslærdi velur ein nýggjan ursmið
 Spælið spælið nakrar ferðir
21
1.6
Hvar er klokkan?
1...,11,12,13,14,15,16,17,18,19,20 22,23,24,25,26,27,28,29,30,31,...176
Powered by FlippingBook