Málspøl - Verkligur partur - page 26

1.11 Lurta og sig frá
Børnini sita í ringi við hondunum aftan fyri bak.
Námslærdi leggur ein lut í hendurnar á nøkrum børnum.
Tá ið barnið hoyrir navnið á sær, skal tað fortelja um sín loyniliga lut.
Hini børnini gita.
 Lutir
 Ein posi við nøkrum ”loyniligum lutum”
Dømi
Børnini
sita hendur aftan bak
Námslærdi
gongur aftan fyri børnini og leggur
loyniligar lutir í hendurnar á nøkrum
børnum
Námslærdi
nevnir navnið á einum barni
Barnið
(sum einki hevur í hondunum)
, sigur:
Eg havi einki í dag
Barnið
(sum hevur okkurt í hondunum)
,
fortelur um sín loyniliga lut uttan at siga,
hvat tað er
T.d. tað, eg havi í hondunum,
er blátt og runt
Hini børnini
gita loyniliga lutin
Barnið
vísir hinum børnunum sín loyniliga lut
 Lat 3-5 børn fáa ein loyniligan lut í hendurnar
26
1 Lurtispøl
1.11
Lurta og sig frá
1...,16,17,18,19,20,21,22,23,24,25 27,28,29,30,31,32,33,34,35,36,...176
Powered by FlippingBook