Málspøl - Verkligur partur - page 19

1.4 Hundur og kjøtbein
Eitt barn skal vera hundur.
Børnini sita í einum stórum hálvringi, rundan um hundin.
Hundurin má ikki hyggja.
Eitt ”kjøtbein” t.e. eitt lyklatyssi liggur undir liðini á hundinum.
Eitt barn skal vera tjóvur og skal stjala kjøtbeinið og seta seg stillis-
liga aftur á pláss.
So skal hundurin gita, hvør stjól kjøtbeinið.
 Lutir
 Turriklæði at binda fyri eyguni.
Dømi
Hundurin
stendur inn ímóti vegginum,
so hann einki sær
Lyklatyssið liggur undir liðini
á hundinum
Børnini
eru pinnastill
Námslærdi
peikar á eitt barn, sum skal vera tjóvur
og skal stjala kjøtbeinið
Tjóvurin
sníkir seg so stillisliga sum møguligt
at stjala kjøtbeinið og setur seg aftur á
pláss
Børnini
rópa í kór:
Hundur, hundur kom, onkur hevur tikið
títt kjøtbein
Hundurin
hevur tríggjar møguleikar at gita,
hvør var tjóvurin
 Tjóvurin er hundur næsta spæl, og ein nýggjur hundur verður
 valdur
 Spælið spælið 3-4 ferðir
19
1.4
Hundur og kjøtbein
1...,9,10,11,12,13,14,15,16,17,18 20,21,22,23,24,25,26,27,28,29,...176
Powered by FlippingBook