1.12 Hvør hevur bóltin?
Eitt barn skal kasta. Børnini sita á gólvinum, og barnið, sum kastar,
stendur framman fyri børnunum við bakinum til. Barnið kastar ein
bleytan bólt aftur um seg.
Eitt barn fangar bóltin og krógvar hann aftan fyri bakið.
Øll børnini fjala hendurnar aftan fyri bakið.
Barnið, sum kastaði, spyr so: Hvør hevur bóltin?
Barnið, sum hevur bóltin, svarar: Eg!
Barnið, sum kastaði, vendir sær nú við og skal gita, hvør svaraði.
Lutir
Ein bleytur bóltur
Dømi
Børnini
sita á gólvinum. Øll venda sama veg
Kastarin
stendur framman fyri børnunum við
bakinum til
Hann kastar ein bleytan bólt aftur um seg
Eitt barn
loftar bóltinum og krógvar hann
aftan bak
Øll børnini standa hendur aftan bak
Kastarin
spyr: – Hvør hevur bóltin?
Børnini
svara: – Tað hevur uglan!
Kastarin
spyr: – Hvør er uglan?
Loftarin
skapar sær á málinum og svarar:
– Tað eri eg ...
Kastarin
vendir sær við og gitir, hvør svaraði
Hann hevur loyvi at gita 3 ferðir
Barnið, sum loftaði bóltinum, sleppur at kasta næsta spæl
Spælið spælið nakrar ferðir
27
1.12
Hvør hevur bóltin?