1.10 Minnist tú?
Øll børnini sita í ringi.
Eitt barn verður valt og skal seta seg í miðjuna í ringinum.
Námslærdi gevur barninum nøkur boð, sum tað skal royna
at minnast.
Hini børnini fylgja við, um barnið í miðjuni minnist øll boðini.
Til ber at spæla á ymsum torleikastigum.
1. Torleikastig. Stutt og greið boð
Námslærdi
gevur barninum nøkur boð t.d.:
Tak bókina – legg hana undir stólin
og smíl
Ella:
Far yvir til hurðina – lat hurðina upp
Barnið
roynir at minnast øll boðini og gera tey í
rættari raðfylgju
Spælið spælið nakrar ferðir
2. Torleikastig: Fleiri og longri boð
Námslærdi
sigur:
Grulva yvir til borðið
— reis teg spakuliga upp
Tak blýantin í hondina – og hosta
Ella:
Reis teg upp – lyft annað beinið
Hoppa á einum beini yvir til hurðina
– og sig bøøøø
Eitt barn kann eisini vera tann, sum gevur boðini
Ella børnini í felag kunnu skriva stutt boð á nøkur kort
og leggja tey í ein bunka
So kunnu tey taka umleið fýra tilvildarlig kort fyri hvørt spæl
25
1.10
Minnist tú?