Málspøl - Verkligur partur - page 34

2.3 Rím og ramsur
Børnini sita í ringi á gólvinum.
Námslærdi lesur rím og ramsur.
Meðan rím og ramsur verða lisin, er týdningarmikið at halda rútmu
og at gera nógv av, so at øll børnini hoyra rímini.
Dømi
Námslærdi
lesur ella sigur alla ramsuna/rímið
Námslærdi
endurtekur fyrstu reglu í ramsuni/ríminum
Børnini
taka upp eftir námslærda í felag
Námslærdi
endurtekur aðru reglu í ramsuni/ríminum
Børnini
endurtaka í kór o.s.fr.
Tá ið børnini duga ramsuna/rímið, ber til at:
Teska ramsuna
Siga ramsuna rættiliga hart
Siga ramsuna harðari og harðari
Siga ramsuna spakuligari og spakuligari
Siga ramsuna sum ketusong
Lata børnini siga hvør sína reglu í ramsuni
34
2 At spæla við rím
2.3
Rím og ramsur
1...,24,25,26,27,28,29,30,31,32,33 35,36,37,38,39,40,41,42,43,44,...176
Powered by FlippingBook