Málspøl - Verkligur partur - page 43

2.10 Rím um dýr
Børnini sita í ringi.
Námslærdi byrjar eitt rím um dýr, og børnini koma við uppskotum.
Dømi
Námslærdi
byrjar eitt rím um dýr, t.d.
– Ein mús rann …
Børnini
koma við uppskotum … Siga í felag:
– í eina spann
Uppskot um onnur rím
Nina sá eina dunnu
í eini tunnu
Ein ketta sá
eina mús á tá
Kettan datt í ein hatt
Fýra mýs busta tenn,
allar í senn
Hey, hey, hey,
Ein leyva fer at keypa breyð
og nøkur ber, sum eru reyð
43
2.10
Rím um dýr
1...,33,34,35,36,37,38,39,40,41,42 44,45,46,47,48,49,50,51,52,53,...176
Powered by FlippingBook