2.13 Søgurím
Børnini sita í ringi.
Námslærdi sigur ein setning.
So finna børnini eina mynd, sum rímar við setningin.
Lutir
Nakrar myndir við dømum, sum ríma,
t.d. fuglurin flýgur, gentan ríður
Dømi
Námslærdi
sigur ein setning,
t.d. fuglur flýgur …
Børnini
hyggja at myndunum og finna eina mynd,
sum rímar
– ... gentan ríður
Eitt barn
sleppur at svara:
– Fuglur flýgur, gentan ríður
Øll
endurtaka í felag:
– Fuglur flýgur, gentan ríður
Spælið nakrar ferðir við nýggjum myndum
Tekstur til søgurím
Fuglur flýgur – gentan ríður
Óli floytar – Ása skoytar
Drongurin flennur
– gentan rennur
Elsa vindur (band) – Elin bindur
Kannan koppar
– Drongurin hoppar
Tey vaksnu hyggja
– børn byggja
Hervør gloymir – Høgni droymir
Abbin harkar
– Drongurin sparkar
Gravkúgvin grevur
– drongurin svevur
Eiturkoppurin spinnur
– Maria vinnur
Mikkjal svansar – Katrin dansar
Tað regnar – Drongurin teknar
Konan skrálar – Eli málar
46
2 At spæla við rím
2.13
Søgurím