2.17 Okkara rímbók
Tá ið børnini eru von við at ríma, er stuttligt at gera eina felags
rímbók.
Bókin kundi hóskandi havt heitið ”Okkara rímbók”.
Børnini sita í ringi og saman ríma vit eitt rím um hvørt barnið og um
námslærda.
Námslærdi ger eina síðu til hvørt barnið og skrivar tað niður, sum
verður avtalað.
Børnini tekna so hóskandi myndir til sítt rím.
Øll rímini verða gjørd til eitt hefti.
Øll børnini fáa hvørt sítt avrit av ”Okkara rímbók”.
Lutir
Pappír, blýantar og litblýantar
Dømi
Námslærdi og børnini
ríma í felag til hvørt barn
Øll kunnu koma við uppskotum
Námslærdi
skrivar rímini niður og ger eina síðu
til hvørt barnið
Børnini
tekna hóskandi myndir til sítt rím
Námslærdi
ger eitt hefti við øllum rímunum
Børnini fáa hvørt sítt avrit av ”Okkara rímbók”
Til ber eisini at brúka bókina í sambandi við onnur rímspøl
50
2 At spæla við rím
2.17
Okkara rímbók