3.3 Spæl við orð
(Framhald)
Dømi 2
Námslærdi
sigur ein nýggjan setning við 3 orðum og
leggur ein kubba fyri hvørt orðið
– Nomi situr niðri
Nú havi eg sagt eina nýggja lítla søgu,
sum vit kalla ein setning
Børnini
siga í felag:
– Setning
Námslærdi
sigur:
– Søgan, eg segði, hevði 3 legokubbar
Roynið og teljið. Ein legokubbi er eitt orð
Børnini
siga í felag:
– Orð
Námslærdi
spyr, hvussu nógv orð vóru í fyrra setning-
inum?
(2 orð)
Hvussu nógv orð vóru í seinna setninginum?
(3 orð)
Hvør setningur er longri?
Longri setningurin er tann,
sum hevur flest orð
Hevur tú ikki legokubbar, ber til at skriva setningarnar á
talvuna og seta ein kassa rundan um hvørt orðið
59
3.3
Spæl við orð