3.5 Orðabørn
(Framhald)
Námslærdi
stillar orðabørnini í rætta raðfylgju
Orðabørnini
siga hvørt sítt orð:
– Einaferð - var - tað - ein - maður
Námslærdi
sigur:
– Her hava vit ein setning
Hvussu nógv orð eru í setninginum?
Vit fara eisini at royna at siga henda
setningin og leggja kubbar ímeðan
Øll børnini
arbeiða sjálvstøðugt eina løtu og royna
at leggja kubbar fyri hvørt orðið
Námslærdi
velur eitt barn at siga setningin
Barnið
sigur setningin og peikar á kubbarnar
samstundis og telur orðini
Spælið kann enda her ella halda fram við einum nýggjum
setningi ella næsta setningi í eini ramsu
Til ber eisini at gera ein einfaldan setning t.d. í dag skínur sólin
Lat børnini skifta um pláss og tosa um, hvussu ymiskt
setningurin kann ljóða. T.d. Skínur sólin í dag? Sólin skínur í dag
Onnur dømi
•
Vit fara at svimja
•
Mær dámar so væl frukt
•
Bilurin koyrir eftir vegnum
63
3.5
Orðabørn