Málspøl - Verkligur partur - page 58

3.3 Spæl við orð
Børnini sita í ringi.
Námslærdi sigur nakrar stuttar setningar við tveimum ella trimum
orðum.
Fyri hvørt orðið leggur hann ein legokubba og tosar við børnini um,
hvussu nógvir kubbar t.e. orð eru í setninginum.
Arbeitt verður við at bera saman fleiri setningar og tosa um, hvussu
nógv orð eru í hvørjum setningi.
GG
Til ber at brúka legokubbar, trækubbar ella at gera eitt kort fyri hvørt
orðið. Til ber eisini at seta ein kassa rundan um hvørt orðið t.d. á
talvuna.
Dømi 1
Námslærdi
sigur ein stuttan setning og leggur ein kubba
fyri hvørt orð, t.d. Rói etur
– Nú havi eg sagt eina stutta søgu,
sum vit kalla ein setning
Børnini
siga í felag:
– Setning
Námslærdi
­
– Søgan, eg segði, hevði tveir legokubbar
Roynið og teljið. Ein legokubbi er eitt orð
Børnini
siga í felag:
– Orð
58
3 Setningar og orð
3.3
Spæl við orð
1...,48,49,50,51,52,53,54,55,56,57 59,60,61,62,63,64,65,66,67,68,...176
Powered by FlippingBook