3.7 Orðaspæl
Børnini sita í ringi á gólvinum.
Børnini skulu læra um samansett orð.
Fyri at gera tað ítøkiligt lata vit ein kubba umboða eitt orð. Tá ið tveir
kubbar koma saman, verða tvey orð til eitt samansett orð.
Veljið samansett orð, sum merkja okkurt hvørt sær.
Lutir
Kubbar ella hendurnar
Dømi
Námslærdi
sigur: – Nú skulu vit spæla við orð
Vit skulu royna at seta tvey orð saman og
vita, um vit tá fáa nýggj orð
Námslærdi
sigur:
– Hond, og leggur ein kubba
Børnini
siga øll í felag:
– Hond, og leggja ein kubba
Námslærdi
sigur:
– Bóltur, og leggur ein kubba
Børnini
siga øll í felag:
– Bóltur, og leggja ein kubba
(Framhald)
66
3 Setningar og orð
3.7
Orðaspæl