Málspøl - Verkligur partur - page 73

3.11 Stutt og long orð
Námslærdi tosar við børnini um, at summi orð eru skjótari at siga
enn onnur.
Børnini sita í ringi. Námslærdi sigur tvey orð, sum eru ymisk til
longdar.
Børnini lurta og hyggja at munninum á námslærda.
Børnini gita, hvat orð var longri.
Hyggja børnini í spegl, síggja tey, hvussu orðini síggja út.
 Lutir
 Spegl
Dømi
Námslærdi
sigur: – Sigi eg orðið posi, er tað skjótt at siga
Sigi eg litblýantar, er tað longri at siga
Børnini
siga í felag:
– Posi — litblýantar
Námslærdi
sigur: – Gitið, hvat orð er tað longra
Lurtið væl eftir og hyggið at munninum
Námslærdi
sigur: – Posi – litblýantar
Børnini
gita
Námslærdi
tosar við børnini um, at litblýantar er tað
longra orðið, tí tað tekur longri tíð at siga
 Spælið spælið nakrar ferðir
 Til ber eisini at finna styttra orðið
(Framhald)
73
3.11
Stutt og looong orð
1...,63,64,65,66,67,68,69,70,71,72 74,75,76,77,78,79,80,81,82,83,...176
Powered by FlippingBook