Málspøl - Verkligur partur - page 81

4.2 Ein lut úr kassanum
Vit savna nógvar lutir í ein kassa ella eina kurv.
Børnini kunnu t.d. taka lutir við heimanífrá.
Børnini sita í ringi.
Kassin við lutum stendur mitt á gólvinum.
Børnini skulu taka ein lut úr kassanum, men mugu ikki hyggja at
lutinum, bara føla og skulu so siga hart, hvat tey hava funnið.
Børnini klappa orðið. Hvussu nógv klapp eru í orðinum?
Hvussu nógv stavilsi eru?
 Lutir
 Nógvir lutir í einum kassa
Dømi
Námslærdi
biður eitt barn taka ein lut
Eitt barn
grulvar yvir til kassan og tekur ein lut úr
kassanum:
– Eg havi fingið eina húgvu
Øll børnini
klappa og siga:
– Húg-va
Námslærdi
spyr: – Hvussu nógv klapp vóru í orðinum?
– Hvussu nógv stavilsi eru?
 Spælið spælið nakrar ferðir. Takið ein annan lut úr
 kassanum
81
4.2
Ein lut úr
kassanum
1...,71,72,73,74,75,76,77,78,79,80 82,83,84,85,86,87,88,89,90,91,...176
Powered by FlippingBook