Málspøl - Verkligur partur - page 84

4.5 Trøllaævintýrið
Børnini sita í ringi.
Námslærdi sigur eitt ævintýr um eitt trøll. Tí dámdi so væl at geva
børnum gávur.
Trøllið sigur orðini í stavilsum, og børnini gita.
Dømi
Námslærdi
sigur: – Nú fari eg at siga tykkum eitt
ævintýr: Einaferð langt, langt síðan var ein
stórur, stórur skógur langt, langt hiðan. Í
hesum skógi búði eitt stórt, sterkt og vinaligt
trøll. Trøllið átti tíverri eingi børn, og tí var
trøllið so fegið, hvørja ferð eitt barn kom
at vitja. Ja, trøllið var so fegið, at tað helt,
at øll børn sum vitjaðu, skuldu fáa eina gávu
við heim. Men, tað var bara tað, at vinaliga
trøllið tosaði eitt sindur løgið. Nú skulu tit
hoyra, hvussu tað ljóðaði
Skuldi trøllið siga einum barni, at gávan var
eitt put-li-spæl mátti barnið gita, hvat trøllið
segði, tí so gjørdist trøllið aftur í góðum hýri
Námslærdi
sigur: – Lurtið einaferð afturat: Put-li-spæl
Børnini
endurtaka í felag: – Put-li-spæl
Námslærdi
sigur: – Nú skulu tit royna at gita,
hvør gávan var?
Børnini
gita
Námslærdi
sigur: – Nú fari eg at royna at spæla trøll,
og tit eru børnini. Eg tosi eitt sindur løgið,
og tit royna at gita, hvør gávan er. Øll fáa ikki
gávu hesaferð, men tey, sum fáa gávu, skulu
royna at gita, hvør gávan er, og siga tað hart
fyri hinum
Námslærdi
sigur: – Í dag gevi eg eina Duk-ku
Barnið
roynir at gita
84
4 Stavils i
4.5
Trøllaævintýrið
1...,74,75,76,77,78,79,80,81,82,83 85,86,87,88,89,90,91,92,93,94,...176
Powered by FlippingBook