4.6 Mín klappibók
Tá ið børnini hava arbeitt við stavilsum eina tíð, fara vit at gera eina
klappibók. Ovast á hvørjari síðu skriva vit, hvussu nógv klapp orðini á
hesi síðuni skulu hava.
Á síðuni við orðum við einum klappi kunnu børnini tekna myndir av
t.d. sól, lús, uri, gás o.s.fr. So kunnu tey lita myndirnar.
Námslærdi hjálpir teimum at skriva, hvat er á hvørjari mynd.
Lutir
Pappír og litblýantar
Dømi
Børnini gera hvørt sína bók, sum tey pynta. So skriva tey ovast
á síðuna, hvussu nógv klapp orðini á hesi síðuni skulu hava
Tey gera hóskandi tekningar til hvørja síðu
Hava tey t.d. teknað eitt súrepli á síðuna við trimum klappum,
skriva tey súr-ep-li undir myndina
Børnini kunnu eisini royna at gera stórar veggjamyndir at heingja
upp í stovuna
Ein veggjamynd kann verða til orð, sum hava eitt klapp, ein onnur
til tvey klapp o.s.fr.
Børnini kunnu tekna ella klippa hóskandi myndir til hvørja
veggjamynd
85
4.6
Mín klappibók