Málspøl - Verkligur partur - page 92

5.2 Vit flætta
Áðrenn spælið byrjar, skulu børnini læra tvey stutt vers
1. Nú skulu vit gera eina flættu,
hvør skal vera við í flættuni?
2. Nú hava vit gjørt eina flættu,
nú fara vit at loysa flætttuna.
Børnini standa í ringi. Fyrst siga børnini fyrsta ørindi, og námslærdi
velur, hvør skal verða flættaður í flættuna.
Tá ið børnini krossa armarnar, skal høgri armur vera ovari.
Barnið, sum kemur við í flættuna, skal finna okkurt orð, sum byrjar
við sama ljóði, sum navnið á barninum.
Dømi
Børnini
siga 1. vers:
– Nú skulu vit gera eina flættu,
hvør skal vera við í flættuni?
Námslærdi
sigur navnið á einum barni,
t.d. Mmmm ... aria
Tvey børn
(tey, sum standa undir liðini á Mariu)
krossa armarnar, høgra arm ovari
Maria
krossar armarnar og tekur í hendurnar
á børnunum undir liðini á sær
Hon roynir at finna eitt orð, sum byrjar við
sama ljóði, sum navnið á henni,
t.d. mmmm … áni
(Framhald)
92
5 Forljóð
5.2
Vit flætta
1...,82,83,84,85,86,87,88,89,90,91 93,94,95,96,97,98,99,100,101,102,...176
Powered by FlippingBook