5.4 Mín ljóðbók
Námslærdi ger smáar seðlar í umleið A5 stødd, sum børnini skulu
hava við heim.
Ovast á síðuni skrivar námslærdi:
Tekna eina mynd sum byrjar við t.d. sss ...
Námslærdi kann gera nógvar síður og for- og baksíðu til hvørt barnið.
Tá ið barnið hevur teknað fleiri tekningar, verður alt gjørt til eitt hefti,
nevnt
Mín ljóðbók
.
Dømi
Børnini
koma aftur í skúla við eini tekning, og
námslærdi goymir hana í eini mappu.
Tað er týdningarmikið, at námslærdi
skrivar, hvat er á tekningini, tí summi børn
“gloyma”, hvat tað var, tey høvdu teknað,
líkist tað ikki. Tá ið tey hava gjørt nakrar
síður, verða tær heftar í
Mín ljóðbók
Námslærdi
sigur:
– Vís mær eina mynd,
sum byrjar við sss ... o.s.fr.
Børnini
skriva navn og heiti á permuna.
Kanska tey eisini kunnu pynta for- og
baksíðuna
Tá ið bókin er liðug, kunnu børnini fáa hana heim við
95
5.4
Mín ljóðbók