Málspøl - Verkligur partur - page 105

5.13 Tak eitt ljóð burtur
Námslærdi sigur, at til ber at finna nýggj orð, taka vit eitt ljóð burtur.
Børini sita í hálvringi.
Námslærdi sigur eitt orð við áherðslu á forljóðið, t.d. ggg … ull.
So verður fremsta ljóðið tikið burtur, og vit fáa eitt nýtt orð ggg … ull
verður til uuu … ll.
 Lutir
 T.d. orðakort, sum merka okkurt, sjálvt um fremsta
 ljóðið verður tikið burtur
Dømi
Námslærdi
sigur: – Eg kann gera nál til ein ál
Vísir mynd av nál og ál
Eg taki bara eitt ljóð burtur
Námslærdi
leggur dent á forljóðið, nnn … ál
Børnini
endurtaka í felag:
– nnn … ál
Námslærdi
sigur: – nnn … ál, nn (nnn) ál
Tá (nnn) verður sagt, heldur námslærdi
hondina fyri munnin, so at (nnn) næstan
ikki hoyrist
Námslærdi
sigur: – Hokus, pokus
nú verður nnn … ál til ááá … l
Námslærdi
vísir børnunum myndirnar og sigur:
– nnn … ál, ál, nnn ... er horvið
Endurtekur:
– nnn … ál, ál, nnn ... er horvið
 Spælið tvær til tríggjar ferðir
(Framhald)
105
5.13
Tak eitt ljóð
burtur
1...,95,96,97,98,99,100,101,102,103,104 106,107,108,109,110,111,112,113,114,115,...176
Powered by FlippingBook