5.17 Løgnar søgur
Børnini sita í ringi.
Les søgur fyri børnunum, har flestu orðini í søguni hava sama forljóð.
Lova eisini børnunum at finna upp á søgur.
Lutir
blýant og pappír
Dømi
Námslærdi
sigur: – Í dag fara vit at gera eina serliga
søgu. Søgan nýtist ikki at vera so long.
Tað serliga við søguni er, at fyrsta ljóðið
í orðunum skal vera tað sama
Námslærdi
sigur: – Eg havi longu gjørt eina søgu:
Blíða Birita bjóðar bara bestu bamsuni
bomm
Ymsar søgur við bókstavafylgju, sí bókina
Hervør og Høgni –
Lesibók til fyrsta flokk
(bókstavakort)
Dømi
•
Í sólskini súkklar sólbrendi sjórænarin Sørin
millum summardáar og sóljur
•
Lina leyvan luftar labbarnar, meðan læknin leitar
eftir lyklinum til lásið
•
Kleyvarkongur koyrir krút og kúlur í kanónina
•
Joan júkar og júkar um jólatræ og jólagávur
frá jólamanninum á jólum
114
5 Forljóð
5.17
Løgnar søgur