5.18 Tosa øvut
Í hesum spælinum skifta vit fyrsta ljóðið um í ymsum orðum.
Børnini sita í ringi.
Saman finna vit upp á setningar, har vit tosa øvut,
t.d. góðan morgun … móðan gorgun.
Dømi
Lat børnini siga hvørt sín setning og hjálpið so hvør øðrum
at finna útav, hvussu setningar ljóða øvut, t.d.
manga takk … tanga makk
góðan morgun ... móðan gorgun
sleikipinnur … pleikisinnur
barnaløtan … larnabøtan
hetta er mín skúlataska … hetta er sín múlataska
mær dámar fisk … mær fámar disk
tað er gamal vani … tað er vamal gani
Til ber eisini at byrja við nøvnunum á børnunum,
t.d. Sára … Arás, Finnur … Runnif o.s.fr.
Børnini kunnu royna at tosa øvut heima og vita,
um foreldrini skilja t.d.
•
sov væl … vov sæl
•
góða nátt … nóða gátt
•
ringið seinni … singið reinni
115
5.18
Tosa øvut