5.16 Eiturkoppanet 2
- vit seta eitt ljóð afturat
(Framhald)
Dømi 2
Námslærdi
sigur eitt ljóð og eitt orð
t.d. bbb … il, bbbil
Børnini
endurtaka í felag:
– bbb … il, bbbil
Námslærdi
kastar ella trillar eitt noða til eitt
av børnunum
(minst til at halda endanum,
tá ið kastað verður)
Námslærdi
spyr barnið: – bbb ... il, bbbil
– Hvat orð fáa vit nú?
Barnið
loftar noðanum og svarar:
– bbb ....il, bbbil. Bil
Námslærdi
hjálpir, er tað neyðugt
Børnini
endurtaka í felag:
– bbb ... il, bbbil. Bil
Barnið
kastar so noðað til eitt annað barn
Námslærdi
sigur eitt nýtt orð t.d. lll ... abbi, lllabbi
o.s.fr.
Spælið heldur fram, til øll hava roynt seg
At enda skiftast tey at vinda noðað, so tað er klárt til eina aðru ferð
Somu orð sum í 5.14 kunnu verða nýtt
113
5.16
Eiturkoppanet 2