Málspøl - Verkligur partur - page 110

5.15  Eiturkoppanet 1
- vit taka eitt ljóð burtur
Meðan vit spæla okkum við orð, verður eitt noða kastað ímillum
námslærda og børnini soleiðis, at tað at enda líkist eitur­koppaneti.
Børnini sita í ringi.
Námslærdi minnir børnini á, at vit fáa eitt nýtt orð, taka vit fyrsta
ljóðið í einum orði burtur, t.d. g … ull verður til uuu … ll.
 Lutir
 Eitt noða. Helst okkurt, sum ikki slitnar ov lætt
Dømi
Námslærdi
sigur eitt orð
Børnini
endurtaka í felag
Námslærdi
kastar ella trillar eitt noða til eitt
av børnunum
Námslærdi
spyr barnið: – Hvat ljóð er horvið?
Barnið
loftar noðanum og svarar t.d.:
– ggg ... ull, ggg ... er horvið
og kastar síðan víðari til eitt annað barn
 Spælið heldur fram, til øll hava roynt seg
 Børnini reisa seg og lyfta eiturkoppanetið upp um høvd,
 meðan tey syngja ein sang, t.d.
Lítli Pætur eiturkoppur ...
GG
Er bólkurin ov stórur, kann verða torført at fáa øll at miðsavna seg.
(Framhald)
110
5 Forljóð
5.15
Eiturkoppanet 1
1...,100,101,102,103,104,105,106,107,108,109 111,112,113,114,115,116,117,118,119,120,...176
Powered by FlippingBook