Málspøl - Verkligur partur - page 119

5.22  Ynskispæl
Spælið verður spælt sum
Bro, bro, brille
.
Lagið til sangin er
Við vegin stóð eitt hús ...
Børnini læra seg sangin, áðrenn spælið byrjar.
Nú spæla vit eitt spæl,
nú spæla vit eitt spæl,
nú spæla vit eitt ynskispæl,
eitt, eitt ynskispæl.
Hvat fert tú at ynskja tær?
Í síðstu reglu koyra vit armarnar niður, og eitt barn verður fangað.
Dømi
Námslærdi
spyr barnið:
– Hvat fert tú at ynskja tær?
Eitt barn
svarar: – Eg ynski mær ... t.d. ein bólt
Námslærdi
endurtekur ynskið:
– Tú ynskir tær ein bbb … ólt
Børnini
endurtaka í felag:
– Ein bbb … ólt
 Barnið, sum hevur ynskt sær okkurt, ger nú brúgv saman við
 námslærda
 Spælið fimm til seks ferðir
119
5.22
Ynskispæl
1...,109,110,111,112,113,114,115,116,117,118 120,121,122,123,124,125,126,127,128,129,...176
Powered by FlippingBook