5.21 Eg ynski mær . . .
Børnini sita í ringi.
Námslærdi kastar bóltin til børnini og sigur eitt orð.
Børnini royna at lurta, hvørjum ljóði orðið endar við, og endurtaka
seinasta ljóðið.
Námslærdi hjálpir teimum at finna eitt nýtt orð, sum byrjar við sama
ljóðinum, hitt orðið endaði við t.d. hú … sss – só … lll.
GG
Vit arbeiða við ljóðum, ikki við bókstavum.
Skal spælið ikki gerast ov torført, er gott, at námslærdi velur orðini.
Lutir
Ein bleytur bóltur
Dømi
Námslærdi
sigur: – Eg ynski mær eina: appilsi … nnn
Børnini
endurtaka í felag: – appilsi … nnn
Námslærdi
rullar bóltin til eitt barn og sigur:
– appilsi … nnn
Barnið
rullar bóltin aftur til námslærda og sigur:
– appilsi … nnn. Tað endar við nnn
Námslærdi
sigur eitt nýtt orð t.d. nnn … ál
– nnn … ál
o.s.fr.
118
5 Forljóð
5.21
Eg ynski mær ...