Málspøl - Verkligur partur - page 125

6.2 Orðaspæl við
tveimum ljóðum
Børnini sita í hálvringi, og námslærdi situr framman fyri børnini.
Námslærdi vísir børnunum eina mynd av einum luti/orði, sum
hevur tvey ymisk ljóð. t.d. ál, ááá ...
(1 kubba)
lll …
(1 kubba)
.
Meðan námslærdi og børnini í felag ljóðstava, leggja tey ein kubba
fyri hvørt ljóð.
Fyri at gera tað ítøkiligari, er gott at hava kubbar í fleiri litum,
soleiðis at hvør kubbi umboðar eitt ljóð.
GG
Lat børnini ljóðstava, telja kubbar, hyggja í spegl og venja umaftur og
umaftur.
Tá ið tey hava skilt, at orð eru sett saman av ymsum ljóðum, kunnu
tey royna at ljóðstava orð við 3 ljóðum, t.d. sól, sss … óóó … lll.
 Lutir
 Kubbar í 2 litum
 Myndakort av orðum við 2 ljóðum
 Spegl
Dømi
Námslærdi
gevur hvørjum barni tveir kubbar í
ymsum litum og leggur tvær myndir á
gólvið við baksíðuni upp
Eitt barn
tekur eina mynd og sigur, hvat er á
myndini, t.d. ál
Leggur myndina á gólvið,
so øll síggja myndina
(Framhald)
125
6.2
Orðaspæl við
tveimum ljóðum
1...,115,116,117,118,119,120,121,122,123,124 126,127,128,129,130,131,132,133,134,135,...176
Powered by FlippingBook