6.8 Trøllaævintýr 2
Børnini sita í ringi. Trøllið ljóðstavar orð.
Dømi
Námslærdi
spyr: – Minnast tit ævintýrið um trøllið,
sum tosaði so løgið? Trøllið vildi so fegið
geva børnunum gávur?
Vita tit av, at trøllið ikki tosar so løgið
longur, tí tað hevur vant nógv, síðan tit
sóu tað seinast?
Nú dugir trøllið væl at siga orðini
Lurtið bara, hvussu tað sigur, tá ið tað
gevur børnunum gávur
Tá ið tað gevur børnum t.d. lego,
sigur tað: – lll … eee … ggg … ooo
Børnini
endurtaka í felag:
– lll … eee … ggg … ooo
Námslærdi
spyr: – Duga tit at gita, hvør gávan er?
Børnini
gita
Námslærdi
sigur: – Nú skulu vit spæla við trøllið
Eg eri tað fitta trøllið, sum ljóðstavi
Tit skulu royna at gita,
hvørjar gávurnar eru
Námslærdi
sigur: – Eg gevi …
(navnið á einum barni)
eina gávu
– Tað er ein bbb … iii … lll … uuu … rrr
Børnini
endurtaka í felag:
– bbb … iii … lll … uuu … rrr
Barnið
roynir at gita:
– bbb … iii … lll … uuu … rrr
Tað er ein bilur
Spælið spælið nakrar ferðir
134
6 Ljóðeindir
6.8
Trøllaævintýr 2