6.12 Grannar
Í hesum spælinum venja vit okkum at hoyra, hvørji ljóð eru grannar í
einum orði, t.e. sss … óóó … lll.
sss ... og lll ... eru grannar hjá óóó …, tí teir eru ávikavist framman fyri
og aftan fyri óóó ...
Børnini sita í ringi.
Námslærdi greiðir frá, at hvørt orð er samansett av nøkrum ljóðum.
Námslærdi ljóðstavar eitt orð, t.d. hhh … úúú … sss. Fyri hvørt ljóð
leggur hann ein kubba.
Námslærdi spyr, um børnini hoyra úúú … í hhh … úúú … sss.
Aftaná royna tey í felag at finna, hvørjar grannar úúú … hevur.
GG
Vit lurta eftir ljóðum, ikki bókstavum.
Lutir
Kubbar
Dømi
Námslærdi
ljóðstavar týðiliga
(við kubbum)
t.d. hhh
(kubbi)
… úúú
(kubbi)
… sss
(kubbi)
Børnini
endurtaka týðiliga nakrar ferðir:
– hhh
(kubbi)
… úúú
(kubbi)
… sss
(kubbi)
Námslærdi
sigur: – Nú skulu tit lurta, um tit hoyra,
hvat ljóð kemur aftan á úúú …
Børnini
endurtaka í felag: – úúú ...
Námslærdi
sigur: – Nú sigi eg orðið eina ferð afturat:
Ljóðstavar týðiliga,
leggur ein kubba fyri hvørt orð
– hhh
(kubbi)
… úúú
(kubbi)
… sss
(kubbi)
(Framhald)
139
6.12
Grannar