Málspøl - Verkligur partur - page 130

6.4 Orðaspæl við
fýra ljóðum
Børnini sita í hálvringi, og námslærdi situr framman fyri tey.
Námslærdi greiðir frá, at orð eru samansett av ljóðum. Summi orð
hava tvey ljóð, t.d. ál og ís. Onnur hava trý ljóð, t.d. mál og sól. Vit
fara at arbeiða við orðum, sum hava fýra ljóð.
Mannagongdin er tann sama sum við tveimum og trimum ljóðum.
GG
Lat børnini ljóðstava, telja kubbar, hyggja í spegl og venja umaftur og
umaftur. Tá ið tey hava skilt, at orð eru sett saman av ymsum ljóðum,
kunnu tey royna at at ljóðstava orð við 4 ljóðum, t.d. pera ppp … eee
… rrr … aaa.
Lat børnini ljóðstava í felag og hvørt sær.
 Lutir
 Kubbar í fýra litum, myndakort og spegl
Dømi
 Somu mannagongdir verða nýttar sum í orðaspæli við tveimum og
 trimum ljóðum
 Gott kann vera at byrja við orðum við trimum ljóðum, sum tey
 kenna, t.d. kál, og so seta eitt ljóð frammanfyri, t.d. sss … kál
Onnur dømi
sss ... kál
máni
hosa
sss … ong
kona
spæl
sofa
130
6 Ljóðeindir
6.4
Orðaspæl við
fýra ljóðum
1...,120,121,122,123,124,125,126,127,128,129 131,132,133,134,135,136,137,138,139,140,...176
Powered by FlippingBook