6.6 Git eina mynd
Børnini sita í ringi.
Námslærdi leggur nøkur myndakort í ein bunka mitt á gólvið við bak-
síðuni upp. Eitt barn velur eina mynd og ljóðstavar tað, sum myndin
umboðar. Hini børnini gita, hvat er á myndini.
Lutir
Myndakort
Dømi
Námslærdi
velur eitt barn
Barnið
tekur eitt kort úr bunkanum,
(hini børnini
skulu ikki síggja myndina).
Hyggur at
myndini, t.d. sól. Ljóðstavar fyrsta ljóðið
í orðinum: – sss ...
Børnini
endurtaka í felag: – sss ...
Barnið
ljóðstavar næsta ljóðið: – óóó …
Børnini
endurtaka í felag: – óóó ...
Barnið
ljóðstavar seinasta ljóðið: – lll …
Børnini
endurtaka í felag: – lll ...
Barnið
velur eitt barn at gita
Fyrsta barn
gitir: – Tað er ein sss …..óóó … lll. Ein sól
Børnini
endurtaka í felag: – sss … óóó … lll. Ein sól
Barnið, sum gitti, hvat var á myndini,
tekur næstu mynd
Spælið spælið nakrar ferðir
132
6 Ljóðeindir
6.6
Git eina mynd