6.10 Hvat orð er longri?
Børnini sita í ringi.
Námslærdi vísir 2 myndir við ymiskari orðalongd, og børnini gita,
hvat orð er longri.
Námslærdi og børnini ljóðstava í felag og leggja kubbar fyri hvørt nýtt
ljóð.
Tosað verður um, at longra orðið er tað, sum hevur flest ljóð, t.e.
flestar kubbar.
GG
Lat eisini børnini uppliva, at orð kunnu verða líka long.
Námslærdi má meta um, hvussu torfør orð hann kann velja.
Lutir
Myndakort og bókstavakubbar (set teir beint undir hvør
annan, so børnini síggja, hvat orð er longri)
Dømi 1
Námslærdi
vísir børnunum tvær myndir og sigur,
hvat er á myndunum, t.d. ís og nál
Børnini
endurtaka í felag: – ís og nál
Námslærdi
spyr:
– Hvat orð halda tit man vera
longri ? Ís ella nál?
Børnini
gita
Námslærdi
ljóðstavar ííí
(kubbi)
… sss
(kubbi)
Børnini
endurtaka í felag og leggja kubbar:
– ííí
(kubbi)
… sss
(kubbi)
Námslærdi
vísir børnunum orðini. Gittu tey rætt?
Tosar um long og stutt orð. Tað orðið,
sum hevur flestar bókstavir, er longra
orðið
Spælið spælið 2-3 ferðir
(Framhald)
136
6 Ljóðeindir
6.10
Hvat orð
er longri?