Málspøl - Verkligur partur - page 135

6.9 Lurta og git
Børnini sita í ringi og halda hendurnar aftan fyri bak.
Námslærdi gongur aftan fyri børnini og leggur lutir úr posanum
í hendurnar á nøkrum børnum.
Børnini, sum fingu ein lut, ljóðstava lutin, og hini royna at gita,
hvør luturin er.
 Lutir
 Ein posi við ymsum lutum, sum ikki hava ov torfør ljóð
Dømi
Námslærdi
setur seg og sigur navnið á einum barni
Barnið
(sum einki hevur í hondunum)
sigur:
– Eg havi einki fingið í dag
Barnið
(sum hevur ein lut)
sigur:
– Eg havi fingið ein bbb … iii … lll
Børnini
endurtaka í felag:
– bbb … iii … lll
Gita, hvør luturin er
Barnið
vísir lutin fram
 Lat 3-5 børn fáa ein lut í hendurnar
135
6.9
Lurta og git
1...,125,126,127,128,129,130,131,132,133,134 136,137,138,139,140,141,142,143,144,145,...176
Powered by FlippingBook