6.16 Teskispæl
Øll sita í ringi.
Námslærdi teskar eitt orð við tveimum ella trimum ljóðum í oyrað á
barninum, sum situr undir vinstru lið hansara. Barnið teskar so tað,
sum tað hoyrdi, til tann, sum situr vinstrumegin tað o.s.fr., til øll í
ringinum hava hoyrt orðið.
Síðsta barnið í ringinum sigur orðið hart.
GG
Byrja spælið við at teska okkurt stutt og kent orð við tveimum ella
trimum ljóðum.
Dømi
Námslærdi
teskar eitt ljóðrætt orð í oyrað á barninum,
sum situr undir vinstru lið hansara,
t.d. ííí … sss
Barnið
teskar tað, tað hoyrdi, í oyrað á barninum,
sum situr vinstrumegin tað
Seinasta barnið
sigur orðið hart fyri hinum
Námslærdi
tosar
(og fjasar)
við børnini um orðið,
tey teskaðu, serliga, um orðið verður til
okkurt annað, enn tað upprunaliga var
Sigur, hvat orð hann segði, t.d. ííí … sss
Børnini
endurtaka í felag: – ííí … sss
Spælið spælið 2 ferðir
Onnur uppskot
•
ur
•
sól
•
bál
•
lás
•
gás
•
hús
144
6 Ljóðeindir
6.16
Teskispæl