Málspøl - Verkligur partur - page 138

6.11 Hvat sigi eg?
Børnini sita í ringi saman við námslærda.
Námslærdi leggur fimm myndakort á gólvið. Tosað verður um, hvat
er á hvørjum myndakorti, og tey endurtaka heitini í felag.
Námslærdi ljóðstavar eitt orð, men gevur ikki ljóð frá sær. Børnini
hyggja at munnin­um og royna at gita, hvat námslærdi sigur.
At enda ljóðstava øll børnini og leggja kubbar fyri hvørt nýtt ljóð.
Børnini hyggja í spegl og síggja, hvussu muðurin broytir skap.
 Lutir
 Kubbar í ymsum litum, myndakort við 2 og 3 ljóðum og eitt
 spegl til hvørt barnið. Somu myndir sum til 6.10
Dømi
Námslærdi
sigur: – Roynið og hyggið at munninum
á mær og giti so, hvat eg sigi
Ljóðstavar ljóðleyst sera týðiliga eitt av
myndakortunum t.d. mmm … ááá … lll
– Duga tit at gita, hvat eg segði?
– Hyggið nú væl, mmm … ááá … lll
Børnini
gita orðið: – mmm … ááá … lll
Námslærdi
hjálpir, er tað neyðugt
Børnini
ljóðstava í felag og leggja kubbar fyri
hvørt nýtt ljóð:
– mmm
(kubbi)
… ááá
(kubbi)
… lll
(kubbi)
Hyggja í speglið, hvussu muðurin sær út,
tá ið tey ljóðstava:
– mmm … ááá …lll
Námslærdi
ljóðstavar eitt nýtt myndakort o.s.fr
 Spælið eina til tvær ferðir
138
6 Ljóðeindir
6.11
Hvat sigi eg?
1...,128,129,130,131,132,133,134,135,136,137 139,140,141,142,143,144,145,146,147,148,...176
Powered by FlippingBook