Málspøl - Verkligur partur - page 131

6.5 Myndarím
Børnini sita í ringi.
Námslærdi leggur myndakort mitt á gólvið. Kortini verða løgd í tveir
bunkar. Í øðrum bunkanum liggja kortini við baksíðuni niður. Í
hinum bunkanum síggjast myndirnar. Hesar myndirnar ríma við
myndirnar í hinum bunkanum.
Børnini skulu fyrst siga rímið og so aftaná finna, hvørji ljóð eru í
orðunum.
 Lutir
 Myndakort sum ríma. Í øðrum bunkanum venda myndirnar
 niður og í hinum bunkanum síggjast myndirnar
Dømi
Fyrsta barn
velur eina mynd úr bunkanum,
har myndin ikki sæst, og fortelur,
hvat er á myndini, t.d. ein ísur
Grulvar yvir til eitt annað barn,
vísir tí myndina og sigur: – Ísur
Annað barn
grulvar yvir til myndirnar, sum ríma,
og finnur eina mynd, sum rímar við ís
Tekur ein mynd av einum grísi og sigur:
– grísur
Børnini
endurtaka í felag:
– ísur – grísur
Fyrsta barn
vísir sína mynd og ljóðstavar:
– ííí … sss … uuu … rrr
Børnini
endurtaka í felag:
– ííí … sss … uuu … rrr
Annað barn
vísir sína mynd og ljóðstavar:
– ggg … rrr … ííí … sss … uuu … rrr
Børnini
endurtaka í felag:
– ggg … rrr … ííí … sss … uuu … rrr
 Spælið spælið nakrar ferðir
131
6.5
Myndarím
1...,121,122,123,124,125,126,127,128,129,130 132,133,134,135,136,137,138,139,140,141,...176
Powered by FlippingBook