Málspøl - Verkligur partur - page 133

6.7 Hvørja mynd
hugs i eg um?
Børnini sita í ringi.
Námslærdi hevur nógv myndakort. Kortini verða løgd í tveir bunkar
við tveimum kortum í hvørjum bunka. Myndakortini hava sama for-
ljóð.
Tosað verður um, hvat er felags fyri orðini, og námslærdi finnur
saman við børnunum fram til, at myndakortini hava sama forljóð.
GG
Vit arbeiða við ljóðum.
 Lutir
 Myndakort
Dømi
Fyrsta barn
tekur eitt kort úr bunkanum.
Sigur, hvat er á myndini, t.d. sól
Námslærdi
endurtekur orðið við áherðslu á forljóðið:
– sss … ól
Børnini
endurtaka í felag: – sss … ól
Annað barn
tekur eitt kort úr sama bunka.
Sigur, hvat er á myndini, t.d síl
Námslærdi
endurtekur orðið við áherðslu á forljóðið:
– sss … íl
Børnini
endurtaka í felag: – sss … íl
Námslærdi
spyr, um orðini hava nakað til felags
– sss … ól og sss … íl
Jú, bæði byrja við sss …
 Aftaná taka børnini kort úr einum øðrum bunka
 Tey hava eisini sama forljóð
133
6.7
Hvørja mynd
hugs i eg um?
1...,123,124,125,126,127,128,129,130,131,132 134,135,136,137,138,139,140,141,142,143,...176
Powered by FlippingBook