Málspøl - Verkligur partur - page 142

6.14 Mín ljóðbók
Tá ið børnini hava arbeitt við ljóðum eina tíð, fara vit at gera eina
ljóðbók. Ovast á hvørjari síðu skriva vit, hvussu nógv ljóð orðini á
síðuni skulu hava. Á síðuni við tveimum ljóðum, kunnu børnini tekna
myndir av t.d. áli, ísi, o.s.fr. Fyri hvørt ljóð, tey hoyra, leggja tey ein
kubba.
Tey tekna so tveir kubbar undir myndina við tveimum ljóðum.
So kunnu tey lita myndirnar.
Námslærdi hjálpir teimum at skriva, hvat er á hvørjari mynd.
 Lutir
 Pappír, litblýantar og kubbar
Dømi
 Børnini gera hvørt sína bók, sum tey pynta. So skriva tey ovast
 á síðuna, hvussu nógv ljóð, orðini á hesi síðuni skulu hava
 Tey gera hóskandi tekningar til hvørja síðu
 Hava tey t.d. teknað eini hús, hhh … úúú … sss, á síðuna við
 trimum ljóðum, tekna tey tríggjar kubbar undir myndina
 So hvørt, sum børnini læra fleiri orð, kunnu tey gera nýggjar síður
 í heftið
142
6 Ljóðeindir
6.14
Mín ljóðbók
1...,132,133,134,135,136,137,138,139,140,141 143,144,145,146,147,148,149,150,151,152,...176
Powered by FlippingBook