6.20 Tekna á ta lvuna
Børnini tekna kendar myndir á talvuna. Myndirnar hava tvey, trý ella
fýra ljóð.
Námslærdi stýrir og brúkar bara orð, tey hava lært.
Námslærdi biður barnið tekna ein ávísan lut á talvuna. Barnið skal
so tekna myndina, t.d. sss … óóó … lll, og tekna tríggjar kubbar undir
myndina.
Tá ið fleiri børn hava teknað, verður tosað um, hvussu nógv ljóð eru í
hvørjari mynd.
Myndirnar verða á talvuni til dagin eftir.
Lutir
Talva og krit ella whiteboardpennar, alt eftir hvat er til taks
Dømi
Námslærdi
sigur t.d. við eitt barn:
– Tú kanst tekna eina sól …
– sss … óóó … lll
Eitt barn
teknar eina sól á talvuna og teknar
tríggjar kubbar undir myndini
Lat fimm ella seks børn tekna myndir
Næsta dag
Námslærdi
spyr: – Hvør hevur teknað hesa
vøkru myndina?
Eitt barn
svarar: – Tað er mín mynd
– Tað er ein sól, sss … óóó … lll
Børnini
endurtaka í felag:
– sss … óóó … lll
Lat so onnur børn tekna og halt fram á sama hátt ...
So verður spælt aftur við nýggjum forljóðum og myndum
149
6.20
Tekna á ta lvuna