6.17 Skipið er lastað við
Børnini sita í ringi.
Námslærdi stýrir spælinum. Hann kastar bóltin til eitt barn og sigur:
Skipið er lastað við … Hann brúkar kend orð við tveimum, trimum
ella fýra ljóðum.
Eitt barn loftar, roynir at siga ljóðini í orðinum og kastar bóltin aftur
til námslærda.
Lutir
Ein bleytur bóltur
Dømi
Námslærdi
kastar bóltin til eitt barn og sigur:
– Skipið er lastað við nál
Eitt barn
loftar og roynir at finna ljóðini:
– nnn … ááá … lll
Námslærdi
hjálpir, er tað neyðugt
Barnið
kastar bóltin aftur til námslærda og sigur:
– Skipið er lastað við: nnn … ááá … lll
Børnini
endurtaka í felag: – nnn … ááá … lll
Námslærdi
velur eitt nýtt orð og kastar bóltin til eitt
annað barn
Spælið nakrar ferðir
Til ber eisini, at námslærdi kastar ein lut til børnini, og tey so
royna at finna ljóðini, sum luturin hevur
Dømi
•
ál
•
bál
•
sól
•
máni
•
ísur
•
pera
145
6.17
Skipið er
lastað við