6.19 Tak ein loyniligan
lut við
Børnini skulu hava ein lut við í skúla, sum hevur tvey, trý ella fýra
ljóð.
Tað, tey finna, skal vera eitt loyndarmál t.e., at tey skulu ikki siga
hinum, hvat tey hava tikið við.
Børnini sita í hálvringi.
Hvørt barn sleppur so at ljóðstava sín lut, t.d. ppp … eee … rrr … aaa.
Fyri hvørt nýtt ljóð leggur barnið ein kubba.
Børnini kunnu so royna at gita, hvør loyniligi luturin er.
GG
Børnini skulu í hesum spælinum:
•
Minnast at taka ein lut við.
•
Fáa hjálp heimanífrá.
•
Royna at halda lutin loyniligan.
Lutir
Lutirnir, børnini hava við, og kubbar
Dømi
Eitt barn
ljóðstavar og leggur kubbar fyri hvørt ljóð,
t.d. lll … eee … ggg … ooo
Børnini
royna at gita
– lll … eee … ggg … ooo
– Lego
Námslærdi
hjálpir, er tað neyðugt
At enda verður tosað um, hvussu nógv ljóð eru í hvørjum luti
148
6 Ljóðeindir
6.19
Tak ein loyniligan
lut við